Útivið 150 hvalir løgdu beinini

Útivið 150 hvalir løgdu beinini
Enn er ikki greitt, nær seðlarnir frá grindini, sum varð hildin til seinnapartin, koma út
100-150 hvalir løgdu beinini í grindini, sum varð hildin til í Sandágerði seinnapartin
Mynd: kvf.fo  
 
16.06.2017 - 16:00

Ein grind legði beinini í Sandágerði um tvey tíðina seinnapartin. Hildið verður at hon er millum 100 og 150 hvalir. Grindin varð funnin eystan fyri Nólsoynna fyrrapartin, og hon varð rikin á Havnina.

- Grindin gekk skjótt suður ígjøgnum fjørðin, og drápið gekst væl, segði Hanus Højgaard, grindaformaður, í samrøðu við útvarpið fyri løtu síðani.

Nú verða hvalirnir tiknir upp og lagdir á bryggjuna við Bacalao, har teir síðani verða merktir. Enn er ikki greitt, nær seðlarnir koma út., sambært Hanusi Højgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858