Samkynd kunnu skjótt giftast

Samkynd kunnu skjótt giftast
Frá 1. juli kunnu samkynd giftast í Føroyum. Tey boðini sendi danska Barna- og almannamálaráðið út fyri løtu síðani
1. juli fara samkynd at kunna giftast í Føroyum, sambært boðum, danska Barna- og almannaráðið júst hevur sent út
 
16.06.2017 - 12:17

Boðini eru send heilsu-og innlendismálaráðnum, ríkisumboðnum, borgarstjórunum í Føroyum, Føroya Kommunufelag og sýslumonnunum í Føroyum.

Í boðunum stendur, at frá 1. juli kunnu borgarstjórarnir í Føroyum og sýslumenninir í Føroyum víga samkynd.

Danskir myndugleikar góðkent broytingar

Tað vil siga, at danskir myndugleikar hava góðkent broytingina, sum Løgtingið fyrr í hesum mánaðinum samtykti í hjúnarbandslógini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, kunngjørdi jerfyri samtyktina um lógarbroytingina í Kunngerðarblaðnum, eisini at koma í gildi 1. juli.

Nú hava so donsku myndugleikarnir gjørt tað sama. Í skrivinum frá danska Barna- og almannamálaráðnum verður sagt, at neyvari kunning kemur sum skjótast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Leygardag 14. mars
Upp á tá - 130326
205626
Leygardag 14. mars
Telefon til Miðflokkin og Sjálvstýri
205623
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604