Sløkkiliðsleiðari: Eftirlitið ikki nøktandi

Sløkkiliðsleiðari: Eftirlitið ikki nøktandi
Greiða má fáast á, hvør eigur ábyrgdina av brunaeftirlitinum í bygningum, har nógv fólk koma, tí ov fá reglulig eftirlit hava verið higartil
 
16.06.2017 - 09:51

Tað sigur Kartni Jacobsen, sløkkiliðsstjóri í Tórshavnar kommunu. Óvissa hevur valdað á økinum síðani brunalógin fór úr gildi í 2012, men Tórshavnar sløkkilið hevur fleiri ferðir víst á, at tað kann gera brunaeftirlitini í Tórshavnar kommunu.

Gamla brunalógin fór úr gildi í 2012, og síðani hevur óvissa valdað um hvørt tað er landið ella kommunurnar, sum hava ábyrgdina av regluliga at brunasýna bygningar.

Reglur um regluligt eftirlit broyttar

Í gomlu brunalógini varð álagt Brunaumsjón landsins regluliga at sýna bygningar har fólk koma, millum annað samkomuhús, gistingarhús, sjúkrahús og skúlar.

Men í teimum báðum lógunum, sum komu í staðin, er hetta ikki helt greitt. Kommunurnar skulu hava eftirlit við bygningum í kommununi, men ikki at tær skulu hava regluligt eftirlit, stendur í byggilógini.

Arbeiðs- og bruneftirlitið skal bara sýna bygningar, har spreingikvæm og eldfim evni eru, meðan stovnurin av sínum eintingum kan sýna aðrar bygningar, stendur í tilbúgvingarlógini, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið nú umsitur.

Skúlar ikki kannaðir í trý ár

Í fjør skivaði Tórshavnar kommuna til Henrik Old, landsstýrismann í tilbúgvingarmálum,  at Tórhavnar kommuna í trý ár ikki hevði kannað skúlar, hotell, samkomhús og aðrar bygningar, har nógv fólk koma. Millum annað hevði einki eftirlit verið við landssjúkrahúsinum í trý ár.

Tórhavnar kommmu spurdi landsstýrið um, hvør eigur at sýna bygningar, sum eru í nýtslu. Í svarinum frá landsstýrinum gjørdist greitt, at kommunur eiga ábyrgdina av bygningum, sum kommunan varðar av - herundir skúlar, hotell og samkomur.

Men enn er stórt ivamál - serliga um stórar bygningar hjá landinum. Eitt nú Landssjúkrahúsið og Vága floghavn. Men landsstýrismaðurin kann áseta, at tað eru kommunurnar sum skulu gera eftirlitini, sigur Kartni Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904