Málráðið valt av nýggjum

Málráðið valt av nýggjum
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur valt nýtt málráð, ið skal virka næstu fýra árini
 
26.06.2017 - 11:24

Fólkini í nýggja málráðnum, sum virkar frá 1. juli, eru sambært Mentamálaráðnum:

Sólvá Jónsdóttir, forkvinna, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi

Eivind Weihe, næstformaður, lektari emeritus, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.

Sjúrður Gullbein, cand.phil í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya.

Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya

Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini. 

Bergljót av Skarði, cand.mag. í føroyskum og enskum, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya. 

Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Navnanevndini. 

Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya.  

Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum. 

Jógvan D. Hansen, cand.phil. í heimspeki, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.

Sólfinn Hansen, cand.mag. í norðurlendskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.

Málráðið skal røkja, menna og verja føroyska málið, vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting, stendur í løgtingslógini um málráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968