Fyribilsleiðslan heldur fram

Fyribilsleiðslan heldur fram
Tey trý fólkini úr Mentamálaráðnum sum fyrst í mai vórðu sett at stjórna Sernámi, halda fram í starvinum eina tíð aftrat
 
27.06.2017 - 15:13

Orsøkin er, at sjúkrameldingin hjá leiðaranum er longd til í august. Tað váttar Poul Gert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, fyri útvarpinum.

Tað hevur ikki borið til at fáa orðið á Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, og heldur ikki á fyribilsleiðaran á Sernámi, Magnus Tausen. Fyrst í mai segði landsstýriskvinnan, at tað ikki bar til, at Sernám lá í leiðsluloysi. 

SÍ EISINI Órógv á sernámi

Støðan gjørdist serlig á Sernámi í vár, tí fyrst fór varaleiðarin, Harriet Hansen, í farloyvi, og síðani var leiðarin, Emmy Joensen, sjúkrameldað.

Tí mátti Mentamálaráðið í skundi fáa trý fólk úr ráðnum at standa á odda fyri Sernámi. Magnus Tausen var settur sum leiðari, Frida Poulsen, sum fakligur leiðari og Anna Kass sum fíggjarleiðari.

Nú hava tey so fingið boð um at fara undir at fyrireika næsta skúlaár, og tey verða á stovninum til einaferð í august, sum Poul Gert Hansen, aðalstjóri málber seg við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904