Fyrsta heiðursmerkið í "all around"

bannari
Fyrsta heiðursmerkið í "all around"
Aron Jacobsen hevur, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, vunnið silvur í "all around" kappingini í amboðsfimleiki
Aron Jacobsen er fyrsti føroyingur, sum hevur vunnið heiðursmerki í "all around" kappingini í amboðsfimleiki
Mynd: Lív Mortensen  
 
28.06.2017 - 14:39

Fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað eydnast Føroyum at vinna heiðursmerki í "all around" kappingini í amboðsfimleiki.

"All around" er kapping, har fimleikarin ger øll seks amboðini, og eftir dagsins kapping hjá monnunum er tað greitt, at Aron Jacobsen hevur vunnið silvur.

Tey seks amboðini eru paralell barr, ringar, rekk, beinsveiggj, gólv og lop. 

11 finalistar fríggjadagin

Kappingin í dag var eisini einstaklinga kappingin í amboðsfimleiki, og eftir at allir mans høvdu verið á gólvinum, var greitt, at Føroyar hava heili 11 finalistar í finalunum fríggjadagin. 

Aron Jacobsen er komin í finaluna í øllum amboðunum uttan gólv.

AMBOÐ FIMLEIKARI
Gólv Aron Jacobsen og Bogi Berg
Lop Christopher Klevang og Bogi Berg
Rekk Aron Jacobsen og Hjálmar Allanson Dalsgarð
Paralell barr Aron Jacobsen og Christopher Klevang
Ringar Aron Jacobsen og Bogi Berg
Beinsveiggj Aron Jacobsen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890