Lærarafelagið undrast

Lærarafelagið undrast
Lærarafelagið undrast, nú stjórastarvið í Skúlanum á Fløtum er leyst av nýggjum, hóast tíggju søktu starvið, tá tað varð lýst
 
29.06.2017 - 08:08

Tað undrar Lærarafelagið ikki sørt, at starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum í Havn er lýst leyst av nýggjum, hóast tíggju umsøkjarar eru til starvið

Tað kemur fyri av og á, at myndugleikar lýsa almenn størv av nýggjum, tá ov fáir umsøkjarar eru. 

Halda tað vera undranarvert

At lýsa skúlastjórastarvið í Skúlanum á Fløtum leyst av nýggjum, tá tíggju umsøkjarar eru, kann ikki sigast at vera annað enn sera óvanligt og undranarvert. 

Lærarafelagið og nógvir limir okkara spyrja, hvør er veruliga orsøkin, skrivar Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum í Skúlablaðnum. 

Endurlýsing við tíggju umsøkjarum er óvanlig fyrisitingarlig mannagongd, sigur hann. Freistin at søkja um stjórastarvið í Skúlanum á Fløtum er hesa ferð 5. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527