Høgni fær ikki amerikansku konu sína til Danmarkar

Høgni fær ikki amerikansku konu sína til Danmarkar
Inger Støjberg, útlendingamálaráðharri, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, at hon hvørki vil ella kann fara inn í eitt persónsmál.
Sjúrður Skaale er vónsvikin av Inger Støjberg
 
01.07.2017 - 10:13

Eitt mál um familjusamanføring hjá einum fyrrverandi hermanni í Afghanistan, Høgna Petersen, er endað á hægsta politiska stigi í Danmark, eftir at Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, er farin inn í málið. 

Útlendingastýrið vil ikki lata føroyska veteranin fáa amerikansku konu sína hendan vegin, tí Høgni Petersen, síðani hann kom heim úr Afghanistan, hevur fingið almannaveitingar.

Sambært fólkatingsmanninum kom Høgni Petersen heim úr Afghanistan í 2010 við upplivingum og sálarligum løstum, sum gjørdu, at hann ikki fekk arbeitt. Í útlendingalógini er krav um, at familjulimurin, sum býr fast í Danmark, tvs. Høgni Petersen, ikki má hava móttikið veitingar frá tí almenna. 

Inger Støjberg verjir Útlendingastýrið

Danski útlendingamálaráðharrin Inger Støjberg, sigur í svarskrivi sínum, at hon hvørki vil ella kann fara inn í eitt persónsmál.

"Tað er Útlendingastýrið, sum tekur hesar avgerðir. Sum ministari kann eg als ikki fara inn í viðgerðina av einstøkum málum," sigur Inger Støjberg og verjir rættin hjá statinum at krevja av fólki, at tey eru før fyri at forsyrgja sær sjálvum, áðrenn tey fáa útlendskar familjulimir til landið.

Sjúrður Skaale er vónbrotin av svarinum, skrivar hann í tíðindaskrivi:

"Vit síggja ferð eftir ferð veteranar, sum koma illa fyri av kríggi, og har samkenslan og hjálparhugurin at síggja til ikki kennir nøkur mørk millum politikarar. Í hesum føri hevði verið lætt at bøtt um eina ólukkuliga støðu - men viljin er ikki til tað. Tað er ómetaliga harmiligt," sigur Súrður Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Guðstænasta
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311