Ikki óhugsandi við avlýsingum

Ikki óhugsandi við avlýsingum
Vandi er fyri, at Teistin, Ternan og Ritan, kunnu taka botn í havnunum í Skopun, Nólsoy og Svínoy
Vandi er fyri, at fleiri strandfaraskip skipini taka botn, tí støðugar forðingar eru í innsiglingunum
 
06.07.2017 - 16:05

Vandi er fyri, at skipini taka botn, tí støðugar forðingar eru í innsiglingini í Nólsoy og grót er farið niður í siglingarrennuna í Skopun, tá ið tað hevur verið brim, og í Svínoy har stórir steinar koma inn í havnina.

Talan verður allarhelst um fáar árligar avlýsingar, sum ofta verða í samband við ávís lokal veðurviðurskifti, skriva Strandfaraskip landsins á heimasíðuni, ssl.fo

SSL hava sett seg í samband við avvarðandi kommunur og havnarmyndugleikar um hesi atløguviðurskifti. Tórshavnar havn arbeiðir við at finna eina loysn fyri innsiglingina í Nólsoy.

Landsverk fer eftir ætlan undir at rudda siglingarrennuna í Skopunar havn í næstum. Klaksvíkar kommuna hevur eftirlit við havnini í Svínoy, skrivar Strandferðslan á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527