- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari at leiga strandferðsluskip
Dýrari at leiga strandferðsluskip
1. august verður nógv dýrari at leiga Rituna, Sildberan og Teistan

07.07.2017 - 08:04
Strandfaraskip landins kunngera, at frá 1. august fer Ritan at kosta 5.000 krónur um tíman at leiga. Hon kostar 2.000 krónur nú. Sildberin fer at kosta 2.000 kr. Hann kostar 1.200 kr. nú.
Teistin fer at kosta 10.000 krónur at leiga um tíman. Hann kostar 5.000 krónur nú. Prísirnir fyri bíðitíð hækkar eisini.
Nú kostar tað 1.900 krónur um tíman at lata Teistan bíða í sambandi við leigutúr. Eftir 1. august fer bíðitíðin at kosta tað dupulta, 3.800 krónur.
Tað sama er galdandi fyri Rituna og Sildberan. Ritan fer úr 900 krónum upp í 1.800 krónur, og Sildberin fer úr 600 krónum upp í 1.200 krónur, tá tey skulu bíða.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
























