71 hvalir doyðu í Hvannasundi

71 hvalir doyðu í Hvannasundi
Grindin, ið varð hildin til í Hvannasundi í gjár, var 487 skinn. Grindin varð býtt í heimapartar til fólk í Hvannasunds kommunu og Fugloyar kommunu
 
09.07.2017 - 13:18

Tað var ikki hissini mongd av spiki og tvøsti, sum fólkini í Hvannasunds- og Fugloyar kommunu fingu. Heimaparturin er nevniliga fjórðingsskinn. Hjún við tveimum børnum hava tí fingið eitt heilt skinn í sín part.

Eitt skinn er 25 kilo av spiki og 50 kilo av tvøsti. Tey, sum vóru við í drápinum, fingu tríggjar fjórðingar av einum skinni. Tey vóru nógv, okkurt um 300, stívliga 200 vóru á landi og 100 í báti.

Fólk úr øllum landinum vóru við í drápinum, sigur sýslumaðurin. Grindin varð sædd úr landi, og skjótt var at reka hana. Seðlarnir komu út á midnátt.

Síðani 22. mai í ár eru fimm grindir deyðar, til samans 518 hval. Harafturat doyðu 53 springarar í Hvalvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904