Hervilig kaninsjúka í útbroti

Hervilig kaninsjúka í útbroti
Heilsufrøðiliga starvstova letur ikki út innflytingarloyvi til kaninir, tí hervilig kaninsjúkan Rabbit haemorrhagic disease er í útbroti í Danmark.
Heilsufrøðiliga starvstova letur ikki út innflytingarloyvi til kaninir, tí hervilig kaninsjúkan Rabbit haemorrhagic disease er í útbroti í Danmark
 
09.07.2017 - 10:01

Hevur tú hug at ogna tær eina kanin í Danmark, noyðist tú at bíða við hesum. Hervilig kaninsjúka er í útbroti í Danmark, og tað er virusið, Rabbit haemorrhagic disease, ið smittar illa millum kaninir. Tó hevur sjúkan eisini verið ávíst hjá haru.

Sambært Heilsufrøðiligu Starvstovu gerast kaninirnar sjúkar 24-72 tímar eftir smittu, og missa tær matarlystin, fáa fepur, títtan andadrátt, bløðingar úr nøs, endatarmi og øðrum kropsopum, og doyggja eftir 48 tímum.

Rabbit haemorrhagic disease er sera deyðilig, tí deyðatalið liggur millum 80-90%. Mann noyðist tó at vera ansin, tí tær kaninirnar, ið yvirliva sjúkuna, kunnu smitta í upp til 42 dagar, eftir at tær eru blivnar frískar aftur.

Soleiðis ber tú teg at

Rabbit haemorrhagic disease er ólekilig, men til ber at avmarka skaðan. Hevur tú verið í samband við kaninir í Danmark, so kanst tú millum annað hugsa um reinføri.

Til dømis heitir Heilsufrðiliga Starvstova á fólk, ið hava verið í sambandi við kaninir í útlandinum, um at vaska klæðir og skógvar, áðrenn tey aftur handfara kaninir í Føroyum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Nýtt ljóð
213419
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221