Oljuleki í Plantasjuni

Oljuleki í Plantasjuni
Í gjár fekk Tórshavnar Sløkkilið eina fráboðan um ein oljuleka í Plantasjuni í Havn. Sambært átaksleiðaranum er tamarhald á støðuni
 
09.07.2017 - 13:49

Hevur tú gingið ein túr í plantasjuni og varnast ein øðrvísi lukt? So er tað óivað tí, at ein oljuleki er funnin í Plantasjuni.

- Vit vita ikki, hvaðani lekin stavar, men vit hava koyrt girðingar út, til tess at steðga hesum, sigur átaksleiðari, Petur Vágsgarð.

Átaksleiðarin sigur eisini, at lítið av olju er farið framvið girðingunum, men at lukturin framvegis er í umráðnum, tí oljan framvegis er í jørðini. Neyðugt er tískil ikki at stúra fyri djóralívinum í Plantasjuni.

- Tamarhald er á støðuni, men vit vita sjálvandi ikki, um lekin eisini stavar frá øðrum støðum, sigur hann.

Orsakað av, at restin framvegis sita í jørðini, kann rúm tíð ganga, áðrenn lukturin er horvin.

- Oljan er keðilig at fáast við, tí lukturin er øgilgur, sigur Petur Vágsgarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844