Sverri nummar fimm í World Cup

Sverri nummar fimm í World Cup
Sverri megnaði ikki at rógva seg til eitt heiðursmerki í World Cup kappingini í Luzern. Hann gjørdist nummar fimm.
 
09.07.2017 - 10:56

Fyri løtu síðani róði miðvingurin Sverri S. Nielsen A-finalu í World Cup kapping í einkultskullara. Sverri legði hart út og var nummar tvey, tá ið teir høvdu róð 350 metrar. Hann hevði eitt høgt róðrartempo, og tá ið 500 av teimum 2000 metrunum vóru farnir, var hann framveis næstfremst.

Á 700 metrum byrjaði hann at dragna, og favoritturin Robert Manson fór frá hinum saman við kubanaranum Angel Rodriguez. 150 metrar seinni var Sverri nummar fimm.

Sverri Nielsen megnaði ikki at stríða seg aftur í oddin, og hann datt aftur á eitt fimta pláss, sum eisini gjørdist endaliga støðan hjá unga miðvinginum. Hann kom á mál við tíðini 07:00.330 - nakrar bátslongdir eftir Ný Sælendingin, Robert Manson, ið vann kappingina við tíðini 06:49.080.

Sverri megnaði tó at basa bronsuvinnaranum frá olympisku leikunum í Rio, Ondrej Synek, sum gjørdist nummar seks.

Sverri Nielsen var ein av tveimum donskum bátum, ið megnaðu at rógva seg í eina A-finalu.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809