Eykajáttanin viðgerast í dag

Eykajáttanin viðgerast í dag
Løgtingsnevnd fer í dag at taka støðu til um eykajáttan skal latast, so grótið í innsiglingini í Skopun kann beinast burtut
 
10.07.2017 - 07:40

Fíggjarnevndin skal í dag taka støðu til, um eykajáttan skal latast, so grótið, ið er komið í siglingarrennina  í Skopunar Havn í brimi, kann ruddast burtur.

Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum, hevur biðið um 1,2 milliónir krónur í eykajáttan við fíggjarnevndarskjali. Arbeiðið ,at rudda grótið burtur, er boðið út, og tilboð komin inn, og vísir tað seg, at arbeiðið kostar umleið 1,8 milliónir krónur.

Landsverk kann útseta nakrar smærri ábøtur á havnir í ár, fyri umleið 600 000 krónur. Tí verður biðið um eina eykajáttan upp á 1,2 milliónir krónur  Fíggjarnevndin hevur fund klokkan níggju í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221