Søkja nú eftir stjóra

Søkja nú eftir stjóra
Stjóri til samanlagda Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið skal nú setast
 
14.07.2017 - 11:33

Samferðslumálaráðið søkir nú eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Umsóknarfreistin er til 18. august. Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið vórðu hálvan mai løgd saman í ein stovn.

Leivur Persson, sum var leiðari á Arbeiðs-eftirlitinum, er fyribils stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Játtanin hjá stovninum til rakstur er seks milliónir og 239.000 krónur í ár. Har arbeiða 11 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904