Studni skal umskipast

Studni skal umskipast
Mentamálaráðið arbeiðir við eini ætlan um møguliga at skipa virksemið hjá Studna, fyrr Stuðulsstovnurin, øðrvísi
 
20.07.2017 - 14:44

Tað skal gerast, so Studni verður ein partur í eini størri fyrisitingarligari eind undir Mentamálaráðnum, sum hevur uppgávur innan stýring og fyrisiting av undirvísingarverkinum. 

Tað verður gjørt, nú stjórin seinastu nógvu árini, Terji á Lakjuni, hevur valt at gevast sum stjóri. Tí hevur Mentamálaráðið gjørt av, at leiðslan á Studna fyribils verður løgd til Stýrisdeildina í Mentamálaráðnum at hava um hendi.

Og stýrisdeildin hevur sett Mortan Zachariassen, fulltrúa á stýrisdeildini sum fyribilsstjóra, meðan arbeitt verður við ætlaðu broytingunum.

Umskipanin verður á nýggjárinum

Í skrivi sum aðalstjórin í Mentamálaráðnum, Poul Gert Hansen, sendi starvsfólkunum í studna hálvan juni, stendur, at starvsfólkini á Studna verða hoyrd sum partur av tilgongdini við møguligu umskipanini, og málið er, at umskipanin verður framd til 1. januar 2018.

Studni, ið áður æt Stuðulsstovnurin, varð settur á stovn, tá ið føroyingar yvirtóku fyrisitingina av "Statens Uddannelsesstøtte" í 1988, og játtanin á donsku fíggjarlógini var flutt í ”blokkin.” Føroyingar fingu tá heimild til at gera egnar lógir og reglur fyri, hvussu stuðulin skuldi veitast lesandi í Føroyum. 

Virksemið er munandi økt, síðani stovnurin byrjaði, og í løtuni eru umleið 8.000 virknar sakir á Studna. Peningarenslið er umleið 130 milliónir krónur. Tað starvast seks fólk á Studna, fýra málsviðgerar, fíggjarfulltrúin og stjórin - talan er um fimm ársverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875