1234 gravir aftrat við Velbastaðvegin

1234 gravir aftrat við Velbastaðvegin
Tórshavnar kommuna og smápartafelagið Consax hava gjørt sáttmála um at útbyggja kirkjugarðin
Færri enn 200 gravir eru eftir í kirkjugarðinum í Havn
 
24.07.2017 - 11:03

Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin verður nú útbygdur. Í fyrsta byggistigi eru 11.000 fermetrar, 1234 gravir.

Smápartafelagið Consax skal gera fyrsta byggistig fyri 14 mió. kr. Arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitasjón.

33.000 fermetrar eru tøkir til at víðka kirkjugarðin millum Glyvursveg, Vegin í Vika og Sandá.

Arbeiðið at útbyggja kirkjugarðin í Havn byrjar beint eftir ólavsøku. Eisini verður vegurin í Vika dagførdur.

Hevur skund

Færri enn 200 gravir eru eftir í kirkjugarðinum í Havn. Og okkurt um 140 jarðarferðir eru í Havn um árið, so útbyggingin hevur skund.

Arbeiðið við fyrsta byggistigi, nú kirkjugarðinum við Velbastaðvegin skal byggjast út, fer í gongd beint eftir ólavsøku.

Bygt verður út í fýra stigum.Útbyggingin er mett at kosta millum 23 og 25 mió. kr.

3,8 mió. kr. verða játtaðar í ár og fýra milliónir um árið, árini 2018 til 2023.

Consax ger eisini kirkjugarðin í Hoyvík fyri Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598