- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Ísfiskurin er undir miðal
Dygdin á føroyskum feskfiski er miðalgóð.
Tað er niðurstøðan í kanning, sum Símun Hammer, stjóri á VRG, Virkisráðgeving, hevur gjørt.
Hann hevur skrivað grein um kanningina í tíðarritinum Frøði.
Hann vísir á, at nøkur skip skara framúr, tá talan er um góða dygd, millum annað tí leiðslan er góð, og góðskusamstarvið millum skip og virkir riggar væl.
Men vánalig blóðging og ísing, umframt langir túrar, eru týðandi orsøkir til, at dygdin á føroyskum feskfiski sum heild er undir miðal.
Av tí at dygdin er so ymisk, eru fleiri kærur, sum hava við sær, at framleiðararnir fáa stórar eykaútreiðslur, og umdømið hjá virkaðum føroyskum fiski sum heild versnar.
Missa 55 mió. kr.
Virðismissurin er, sambært Símuni Hammer, slakar 55 milliónir krónur, um hugt verður at dygdini, og samanborið verður við bestu bátarnar í øllum skipabólkum. Tá er talan um virðismiss í fyrsta stiginum, frá veiðuliði til framleiðara.
Niðurstøðan í kanningini er, at virkini, ið keypa fiskin, hava ilt við at fáa hendur á nóg nógvum feskum fiski, sum er nóg góður, tí hann, sum fiskar fiskin, hevur buktina og báðar endarnar.
Eitt virki livir bara av fiski, og kann sjáldan siga nei til at keypa, og fiskiskapurin eftir vanligu botnfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa, hevur verið minkandi seinastu árini.
Tí er minsti prísurin fyri toskin slakar 4-5 krónur hægri enn í Noregi og Íslandi.
Virkini keypa tí frystan tosk úr Noregi, Íslandi og aðrastaðni og tiðna hann í Føroyum til víðari virkingar.
Kortini er líkt til, at góðskan hevur verið í ávísari menning seinastu 15 árini, vísir kanningin.