Kjak um at selja grind

Kjak um at selja grind
Hans Jacob Hermansen og Magnus Magnussen vera í sjónvarpsstovuni
Hans Jacob Hermansen og Magnus Magnussen fara at kjakast um spurningin at selja grind
 
08.08.2017 - 15:30

Nógv kjak hevur verið um at selja grind, og tað er eisini ymiskt, hvussu grindaformenn og onnur fata hetta at selja grind.

Í støðum er tað vorðið ein góð eykainntøka hjá fólki at fara í grind og síðani selja, og einki forðar fólki í at keypa og selja burtur av eini grind.

Tað er bara gomul siðvenja, at tað verður ikki gjørt. 

Stórur eftirspurningur

Samskiftismøguleikarnir gera tað lætt og ókeypis at skipa fyri uppboðssølu av grind, og eftirspurningurin er eftir øllum at døma eisini stórur.

Dimmalætting visti herfyri at siga, at tað verður boðið upp í 25.000 kr. fyri ein hval.

Tveir kønir grindamenn koma í sjónvarpsstovuna at kjakast um sølu av grind í kvøld.

Teir eru Hans Jacob Hermansen frá Grindamannafelagnum og Magnus Magnussen, grindaformaður í Havn. 

Liljan Weihe er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541