Fekk ilt fyri bringuna fyri óhappið

Fekk ilt fyri bringuna fyri óhappið
Løgreglan hevur avhoyrt mannin, sum koyrdi treylaran, ið fór oman av vegnum í Søldarfirði
Bilurin var nýggjur, hann hevði bara koyrt í fáar dagar
 
11.08.2017 - 13:07

Maðurin, sum koyrdi treylaran, sum fór oman av vegnum í Søldarfirði seinnapartin mikudagin, segði við politiið í gjárkvøldið, at hann fekk ilt fyri bringuna beint fyri óhappið.

Annars sigur hann seg einki minnast annað enn, at hann koyrdi frá Skipaneskrossinum og suðureftir.

Bilførarin, sum er føddur í 1951, fekk ikki stórvegis skaða í óhappinum, sigur politiið, sum avhoyrdi mannin á Landssjúkrahúsinum. 

Óhappið hendi seint seinnapartin mikudagin, tá treylarin, sum maðurin koyrdi, fór yvir í vinstru akbreyt, har ein annar stórur lastbilur í somu løtu kom koyrandi.

Bara fimm metrar frá sethúsum

Treylarin bar við lastbilin og fór síðani oman av vegnum í ein garð, bara fimm metrar frá einum sethúsum.

Bingjan, sum var tóm, og vognurin, vórðu tikin upp mikukvøldið.

Sjálvur bilurin varð tikin upp í gjárkvøldið. 

Bilurin var nýggjur, hann hevði sambært politinum bara koyrt í nakrar fáar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558