Víkingur basti B36 og staðfesti oddasessin

Víkingur basti B36 og staðfesti oddasessin
Við sigri á B36 í dramatiska toppdystinum staðfesti Víkingur í dag sína støðu sum oddalið. Samstundis vunnu hinir FM-biðlarnir eisini sínar dystir.
 
20.08.2017 - 17:31

Áskoðararnir fingu spenning og dramatikk frá byrjan til enda í Sarpugerði, har Víkingur endaði við at vinna 4-2 á B36.

Millum dramatisku hæddarpunktini teljast fyrsta brotssparkið hjá Víkingi, sum skuldi takast umaftur, eftir at Tórður Thomsen í fyrstu atløgu hevði bjargað royndini frá Hanusi Jacobsen, og reyða kortið, sum B36-málverjin fekk í seinna hálvleiki, og sum eisini kostaði eitt brotsspark, sum Fróði Benjaminsen umsetti til mál.

Gestirnir løgdu tó betri fyri og vóru á odda við einum máli móti ongum í hálvleikinum, eftir at Meinhard Olsen setti eitt vakurt langskot í málið til 0-1.

Men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá ið Víkingur fekk fyrsta brotssparkið, og harfrá gekk seinni hálvleikur við fullari ferð, inntil Víkingur stóð eftir sum sigursharri og einsamalt oddalið.

Á Skála sá tað leingi út til, at heimaliðið skuldi vinna, men við tveimum skjótum málum í seinastu løtu av dystinum syrgdi Ísak Simonsen fyri, at KÍ fekk øll trý stigini, og við Løkin vendi NSÍ 0-2 til 3-2 ímóti EB/Streymi, og sostatt eru runavíkingar eisini framvegis við heilt frammi í oddinum.

Í Gundadali helt HB fast í góðu gongdini við at vinna 3-0 á 07 Vestur og við Stóra tryggjaði TB/FCS/Royn sær trý týdningarmikil stig, tá ið teir vunnu 1-0 á ÍF. 

Úrslitini í 19.umfari:

Víkingur - B36 4-2
0-1 Meinhard Olsen 43'
1-1 Hanus Jacobsen (br.) 50'
1-2 Róaldur Jakobsen (br.) 69'
2-2 Adeshina Lawal 75'
3-2 Sølvi Vatnhamar 82'
4-2 Fróði Benjaminsen (br.) 86'

Skála - KÍ 1-2
1-0 Michal Przybylski 20'
1-1 Ísak Simonsen 88'
1-2 Ísak Simonsen 90'

NSÍ - EB/Streymur 3-2
0-1 Ari M. Olsen 33'
0-2 Ragnar Danielsen (br.) 40'
1-2 Klæmint Olsen (br.) 45'
2-2 Pól Jóhannus Justinussen 75'
3-2 Klæmint Olsen 80'

HB - 07 Vestur 3-0
1-0 Bartal Wardum 4'
2-0 Øssur Dalbúð 49'
3-0 Johan Troest Davidsen 88'

TB/FCS/Royn - ÍF 1-0
1-0 Búi Egilsson 37'


Stigatalvan:

1 Víkingur 39
2 NSÍ 36
3 36
4 B36 35
5 HB 30
6 TB/FCS/Royn 23
7 EB/Streymur 22
8 Skála 20
9 07 Vestur 15
10 ÍF 6

NSÍ og B36 hava spælt ein dyst fleiri enn hini liðini.

Komandi umfar verður spælt hóskvøldið 24. august:

ÍF - HB

Skála - Víkingur

07 Vestur - KÍ

EB/Streymur - TB/FCS/Royn

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. september
Bolero - Antonin Dvorak.
181370
Sunnudag 29. september
Guðstænasta í Sørvágs kirkju
181367
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172