Fæst norðoyingar arbeiðsleysir

Fæst norðoyingar arbeiðsleysir
Arbeiðsloysi er lægst í Norðuroyggjum og hægst í Suðuroynni.
 
24.08.2017 - 13:02

Minsta arbeiðsloysi í Føroyum er í Norðuroyggjum, og mesta arbeiðsloysi er í Suðuroynni.

Arbeiðsloysi í Norðuroyggjum var í juli 1,3 prosent, og í Eysturoynni er tað 1,4 prosent. Hinvegin var arbeiðsloysi 6,5 prosent í Suðuroynni. Ein orsøk er uttan iva eldsbrunin á uppsjóvarvirkinum Varðanum Pelagic tann 9. juni, har virkið brendi niður, sigur Hagstovan á heimasíðuni.

Annars er arbeiðsloysi lágt í Føroyum, í juli var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816