Námsfrøðingar sleppa upp í part næstu ferð

Námsfrøðingar sleppa upp í part næstu ferð
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi, hví námsfrøðingar ikki eisini sleppa at taka diplomútbúgving í leiðslu
 
30.08.2017 - 15:25

Næstu ferð, næmingar verða tiknir inn á diplomútbúgvingina í námsfrøðiligari leiðslu, fer útbúgvingin ivaleyst at standa øllum i boði, eisini dagstovnaleiðslum.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur svarað Djóna Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum, sum spurdi, hví tað ikki stóð námsfrøðingum í boði at søkja á leiðsluútbúgving á diplomstigi á Glasi, á jøvnum føti við lærarar.

Rigmor Dam sigur, at Mentamálaráðið, sum er arbeiðsgevari hjá leiðslunum í fólkaskúlanum, hevur í fyrsta umfari miðað eftir, at útbúgvingartilboðið er avmarkað til fólkaskúlan, tí tørvur er á hesi eftirútbúgving til tess at styrkja fólkaskúlan.

Kommunurnar arbeiðsgevarar

Tað eru kommunurnar, sum eru arbeiðsgevarar hjá dagstovnum, og hava ábyrgdina av, hvørjar eftirútbúgvingar verða settar í verk á hesum økinum.

Mentamálaráðið er til reiðar at samstarva við kommunurnar um hetta, men ráðið hevur annars ein meiri yvirskipaðan leiklut, tá ið ræður um at menna dagstovnaøkið.

Rigmor Dam sigur, at vilja kommunurnar tað, fer diplomútbúgvingin næstu ferð ivaleyst at standa øllum í boði, eisini dagstovnaleiðslum.

Mentmálaráðið fer at taka málið upp við kommunurnar, sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890