Seinasti dagur í rættinum um Birnumálið

Seinasti dagur í rættinum um Birnumálið
Dómsviðgerðin verður seinnapartin og so verður málið tikið upp til dóms
20 ára gamla Birna Brjánsdóttir varð fyribeind hálvan januar. Nú fellur dómurin skjótt.
 
01.09.2017 - 08:48

Revsimálið móti manninum, sum er ákærdur fyri at beina fyri Birnu Brjánsdóttur hálvan januar í ár, heldur fram í dag og endar eisini í dag.

Fyrrapartin fer rætturin í Hafnarfirði at avhoyra nøkur vitni.

Millum annað skal Grimur Grimsson, sum stýrdi kanningunum hjá politinum, avhoyrast.

Eftir døgurða verður dómsviðgerðin, og so verður málið tikið upp til dóms.

Broytti frágreiðing

Tað kom ikki sørt óvart á ákæruvaldið, at ákærdi maðurin broytti fullkomiliga frágreiðing sína, tá hann kom í rættin.

Hann hevði annars givið politinum eina heilt aðra frágreiðing, sum var tann sama, í níggju avhoyringum.

Í rættinum royndi tann ákærdi at geva einum skipsfelaga, sum hann var saman við náttina, sum Birna hvarv, alla skyldina.

Tann maðurin var varðhaldsfongslaður eitt stutt skifti í januar, í tvær vikur, men varð latin leysur aftur, tí politiið metti, at hann átti ikki lut í tí, at Birna Brjánsdóttir hvarv og viku seinni varð funnin myrd.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329