Framvegis eingin skipaður meiriluti á Tvøroyri

Framvegis eingin skipaður meiriluti á Tvøroyri
Nýggjur meiriluti er ikki skipaður á Tvøroyri eftir at Kommunulistin hjá borgarstjóranum misti meirilutan fyri skjótt einum mánaði síðani.
Oljudálking var við Krambatanga fyri fýra árum síðani. Í dag fær býráðið,kunning frá advokatinum, sum arbeiðir við endurgjaldskravinum hjá kommununi.
 
11.09.2017 - 13:10

Býráðið á Tvøroyri hevur í dag sín fyrsta fund eftir, at borgarstjórin misti meirilutan í býráðnum 17.august.

Tað gjørdi hann, tá Kristina Roest fór úr meirilutanum.

Kristina Roest er næstvald á Kommunulistanum, sum Kristin Michelsen, borgarstjóri, stovnaði fyri kommunuvalið í fjør. 

Trý fólk vórðu vald á Kommunulistanum, sum fekk skipað meiriluta saman við Anitu Vibergsdóttur, sum varð einsamøll vald á Borgaralistanum.

Javnaðarflokkurin, sum eisini fekk trý fólk vald í býráðið, var í minniluta.

Eingin meiriluti

Tá Kristina Roest fór úr meirilutanum, segði hon, at hon ætlaði sær ikki at skipa nýggjan meiriluta saman við Javnaðarflokkinum.

Bjarni Hammer, býráðslimur, er burturstaddur. Hann verður tí ikki við á býráðsfundinum í dag.

Hann sigur, at eingin avtala er gjørd við Kristinu Roest um samstarv í býráðnum. 

Býráðsfundurin á Tvøroyri er klokkan fimm seinnapartin. 

Oljudálking og ungdómsráð

Býráðið skal millum annað viðgera oljudálkingina á Krambatanga í 2013. 

Kommunan hevur ein advokat at arbeiða við málinum, sum ikki er avgreitt enn. 

Kommunan krevur endurgjald fyri at taka oljuna upp, men staðfest er ikki, hvør dálkaði. 

Eitt annað mál á dagsskánni er vantandi havnargjald fyri Galaxy, sum sigldi fyri Smyril í vár.

Ætlanin er at stovna ungdómsráð á Tvøroyri. Býráðið skal eisini viðgera uppskot um tað á fundinum í dag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343