Bíleggja fart um Kalsoyarfjørð

Bíleggja fart um Kalsoyarfjørð
Bíleggingarskipanin á Gomlu rætt kemur eisini á Kalsoyarleiðini. Men prísurin fyri húsvognar og húsbilar lækkar ikki
Húsvognar kunnu vera langir og taka tí nógv pláss á dekkinum hjá strandfaraskipunum.
 
13.09.2017 - 10:09

Bíleggingarskipanin, sum Strandfaraskip landsins ætla at seta í gildi fyri Teistan, tá hann siglir av Gomlu rætt, kemur eisini í gildi á Kalsoyarleiðini.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jógvan Skorheim, løgtingsmann. 

Henrik Old lækkaði prísin fyri bussar við Smyrli fyri at menna ferðavinnuna í Suðuroynni.

Jógvan Skorheim spurdi, um ætlanin er at endurskoða prísin fyri húsvognar og húsbilar.

Slík ætlan er ikki, svarar Henrik Old.

Langir húsvognar

Hann sigur, at dømi eru um bilar við húsvogni, sum eru líka langir sum fýra vanligir persónbilar og viðhvørt eisini breiðari enn ein persónbilur. 

Ein persónbilur við húsvogni rindar 320 kr. á styttru farleiðunum hjá Strandferðsluni og 450 kr. á Suðuroyarleiðini, sama hvussu nógv pláss, hann tekur á dekkinum. 

Ein húsbilur rindar eftir stødd eins og vørubilar og lastbilar. 

Harafturat er umráðandi, at bilrøðirnar, sum pendlarar og oyggjabúgvar ofta noyðast at standa í, ikki gerast longri enn tær viðhvørt eru í dag. 

Eisini gera høgir húsvognar og húsbilar, at rampurnar inni á bildekkinum á Smyrli og Teistanum ikki sleppa niður, svarar Henrik Old. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392