Álop við sýru í Marseille

Álop við sýru í Marseille
Fýra amerikansk ferðafólk fingu skaða í einum álopi við sýru í franska býnum Marseille
 
18.09.2017 - 07:49

Talan um fýra ameirkanskar kvinnur, sum fyrrpartin í gjár vórðu álopnar á tokstøðini í Marseille. Sambært AP, er ein 41 ára gomul kvinna handtikin eftir álopið.

Tær fýra kvinnurnar eru um 20 ára aldur, og skuldu fara við tokinum til Paris. Enn er óvist, hvussu stóran skaða tær hava fingið, men fleiri teirra fingu skaða í andlitið, og í hvussu er tvær kvinnur fingu viðgerð fyri skelk.

Tað er ikki greitt, hví kvinnan framdi álopið, men kvinnan, sum er handtikin, hevur verið í viðgerð á sjúkrahúsi fyri sálarligar trupulleikar. Sambært løgreglukeldu, er einki, sum bendi á at hon vildi fremja yvirgang.

Kvinnurnar vórðu ikki álopnar, tí tær vóru amerikanarar, men tí tær vóru í nánd av kvinnuni, upplýsi løgreglukeldan fyri AFP.  Allar fýra kvinnurnar vóru seinni í gjár útskrivaðar frá sjúkrahúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542