Nú kemur menningardeildin hjá Visit Faroe Islands

Nú kemur menningardeildin hjá Visit Faroe Islands
Uppskotið fer til hoyringar fyrsta dagin, og menningardeildin verður skipað fyrst í 2018
Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Honnu Jensen
 
18.09.2017 - 15:30

Lógaruppskot um at stovna menningardeild undir Visir Faroe Islands verður væntandi sent til hoyringar í hesum mánaðinum, og ætlanin er at stovna menningardeildina fyrst í 2018.

Tað upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í svari til Honnu Jensen í Framsókn, sum hevur spurt um ferðavinnu á útoyggj.

Poul Michelsen sigur, at arbeitt verður við at seta fleiri av tilmælunum í heildarætlanini fyri ferðavinnu, sum varð handað landsstýrismanninum í mai, í verk.

Hann sigur, at fyrst og fremst eru tað kommunurnar sum staðbundir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av skapa neyðuga karmarnar, soleiðis at fortreytirnar fyri ferðavinnumenning verða betri.

Samstarv við kommunur

Uppgávan hjá Visit Faroe Islands verður at vegleiða og samstarva við kommunur og borgarar á útoyggj um menningaruupgávur.

Visit Faroe Islands kann stuðla verkætlanum fíggjarliga ella við verkætlanarsettum starvsfólki í eitt avmarkað tíðarskeið.

Við nýggju uppgávuni fer Visit Faroe Islands at seta í verk menningarátøk kring landið, ikki minst á útoyggj, har tørvurin kanska er størstur, sigur poul Michelsen.

Átøk skulu ikki avmarkast

Hann heldur ikki, at fíggingin til menningarátøk skal avmarkast til ávís landafrøðilig øki. Í staðin eiga tað at vera menningarætlanir, sum ferðavinnan og myndugleikarnir í felag seta út í kortið, sum gera av, hvussu íløgur og menningarátøk verða raðfest.

Og politiski myndugleikin skal ikki seta ov neyvar treytir um, hvussu peningurin skal nýtast.

- Tað eiga vit at lata fakfólk í ferðavinnuni gera av, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svarinum til Honnu Jensen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423