Varðhaldsfongslaður í 14 dagar

Varðhaldsfongslaður í 14 dagar
Ein 20 ára gamal maður er varðhaldsfongslaður í 14 dagar, í sambandi við eitt harðskapsmál
Hendingin fór fram aftanfyri bygningin hjá Tórshavnar kommunu
 
20.09.2017 - 17:45

Tað var seint seinnapartin í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um, at nakrir persónar høvdu verið í hornatøkum í miðbýnum í Havn. 

20 ára gamli maðurin hevði tá havt knív á lofti, - knívurin bar við ein 61 ára gamlan mann, sum fekk smávegis snuddir. 

Tað er álvarsligt, tá knívur verður brúktur, og av tí at 20 ára gamli maðurin fyrr er dømdur fyri harðskap, varð hann varðhaldsfongslaður í 2 vikur, sigur Kristian Dahl, vaktleiðari á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891