Søguligt hóttanarstig í Bretlandi

Søguligt hóttanarstig í Bretlandi
Hóttanin um yvirgang móti Bretlandi er økt upp á eitt søguliga høgt stig, ávarar stjórin fyri bretsku fregnartænanstuni MI-5, Andrew Parker
Adam Parker, stjóri í bretsku fregnartænastuni, MI5
Mynd: MI5  
 
18.10.2017 - 14:24

- Vit síggja, at vandin fyri yvirgangsálopum er størri nú enn nakrantíð. Vit fáa oftari hóttanir nú, enn hava sæð tey 34 árini eg havi arbeitt her. Í dag er størri yvirgangsvirksemi, og tað rakar okkum oftari, og tað er torført at avdúka, sigur stjórin fyri fregnartænastuni.

Onnur lond í Evropa, m.a. Frakland, Belgia, Týskland og Spania, hava upplivað somu økin í hóttanarstiginum, sigur Parker.

- Við øllum tí, sum er hent og tí sum ikki er hent í 2017, er greitt, at vit stríðast móti ógvusligari yvirgangshóttan frá víðgongdum islamistum. Hóttanin frá víðgongdum islamistum, sum er fleir-dimensjonal, og sum mennir seg skjótt og nú er á eini stigi, sum vit ongantíð hava sæð áður, segði Parker í talu síni í London í gjár.

        Trýst her: Andrew Parker, stjóri í MI5, heldur talu.

MI-5-stjórin sigur, at tey í løtuni kanna 500 mál, sum hava samband við yvirgang, og 3000 persónar, sum hava tilknýti til viðgongdar felagsskapir.

Hann sigur, at MI5 hevur forðað 20 yvirgangsatsóknum seinastu fýra árini, og upp-aftur-fleiri vórðu av ongum, tí vit og løgreglan løgdu upp í. Talið av handtøkum í sambandi við yvirgang er met-høgt: Bara í fyrra hálvárið í ár eru 379 handtøkur framdar í sambandi, sigur stjórin.

Hann stúrir fyri, at nógv kortini sleppa undir radaran hjá MI5. Hann vísir á m.a. bretskar ríkisborgarar, sum koma heimaaftur eftir at hava verið í kríggi fyri IS í Sýria og Írak, skrivar NTB.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375