Ein millión krónur til málmenningina hjá børnum

Ein millión krónur til málmenningina hjá børnum
Sjey umsóknir fingu stuðul í seinna umfarinum, nú Mentamálaráðið letur pengar til at menna málið hjá børnum
Mentamálaráðið hevur latið eina slaka millión til at menna málið hjá børnum.
 
23.10.2017 - 07:18

Mentamálaráðið hevur givið sjey umsóknum afturat pengar til at stimbra málmenningina hjá børnum.

Stuðulin er 600.000 kr. tilsamans.

14 umsóknir vóru um pengar til barna- og ungdómsarbeiði.

Lýst varð serliga eftir umsóknum um verkætlanir, sum kunnu stimbra málmenningina hjá børnum.

Handbók og Youtube

Verkætlanirnar fevna víða. Ein er ein handbók ætlað foreldrum, aðrar eru faldarar, sum lýsa týdningin, sum lesing hevur fyri málmenning barnanna, stuttir filmar á Youtube, og verkætlanir, sum venda sær til starvsfólk í dagstovnum ella børn í teimum yngstu flokkunum.

Eisini vóru onkrar umsóknir játtaðar, sum eru um alternativar samskiftishættir, til dømis hjá børnum við breki.

Í summar fingu fýra verkætlanir, sum skulu stimbra málmenningina hjá børnum, stuðul frá Mentamálaráðnum. Tær fingu 385.000 kr. tilsamans.

Pengarnir koma úr veddingarpuljuni. Hon er tríggjar milliónir krónur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290