Venezuela næstan farið á húsagang

Venezuela næstan farið á húsagang
Altjóða Valutagrunnurin, IMF, fer at gera eina bjargingarætlan fyri Venezuela, sum kann kosta 190 milliardir krónur um árið
 
24.10.2017 - 09:56

Venezuela er mestsum farið á húsagang, og Altjóða Valutagrunnurin, IMF, er farið at gera eina bjargingarætlan, sum kann fara at kosta 190 milliardir krónur um árið. Ætlanin at bjarga Venezuela kann fara at kosta meir enn bjargingin av Grikkalandi.

Talan er um eina av teimum størstu bjargingarætlanunum sum IMF hevur verið við til.

Alment hevur IMF ikki havt nakað samskifti við Venezuela síðani í 2007, men seinastu mánaðirnar hava umboð fyri IMF gjørt útrokningar, sum vísa, hvussu nógvum pengum Venezuela hevur tørv á fyri at hóra undan.

Búskaparliga gongdin í Venezuela hevur verið út av lagi vánalig, síðani oljuprísurin byrjaði at falla. Tað hevur havt við sær, at búskapurin er minkaður við einum triðingi, og inflatiónin er omanfyri 1.000 prosent, er metingin hjá IMF.

Væntandi útlendskir pengar hava havt við sær, at innflutningurin er minkaður við 80 prosentum seinastu fimm árini, og landið hevur tørv bæði á mati og á heilivági.

Ein talsmaður fyri Altjóða Valutagrunnin sigur, at støðan er so vánalig í Venezuela, at grunnurin má fylgja við gongdini, tí gongdin í Venezuela kann koma fleiri av grannalondunum illa við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744