SPEKT mátti hótta Taks til at koma við rætting

SPEKT mátti hótta Taks til at koma við rætting
Taks vildi í fyrstu atløgu ikki rætta viðmerkingarnar til kanningina hjá Bárði Larsen.
 
25.10.2017 - 11:44

SPEKT mátti hótta Taks, áðrenn stovnurin vildi skriva eina rætting á heimasíðu síni, viðvíkjandi viðmerkingunum hjá Taks til kanningina hjá Bárði Larsen av skattamálinum hjá EIK - ella Betri Banka.

Tað framgongur av innliti, sum Kringvarpið hevur fingið, í samskifti millum SPEKT og Taks viðvíkjandi rættingini, sum Taks skrivaði á sína heimasíðu tann 3. oktober í ár.

Í rættingini stendir: 
 

"Nágreining av viðmerkingunum hjá TAKS til frágreiðingina hjá Bárði Larsen

TAKS skal við hesum nágreina viðmerkingar stovnsins til frágreiðingina hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra.

SPEKT hevur gjørt vart við, at tað er ikki rætt, tá tað í viðmerkingunum hjá TAKS stendur, at niðurstøðan hjá TAKS samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT. Í mun til niðurstøðuna hjá TAKS metir SPEKT ikki, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill.

TAKS boðar soleiðis frá hesum, men hetta hevur annars onga ávirkan á niðurstøðurnar hjá TAKS"


Men undan hesa rætting liggur eitt samskifti millum partarnar, sum byrjaði longu tann 30. august, har SPEKT gjørdi vart við, at tey vóru ónøgd við viðmerkingarnar hjá Taks til kanningina hjá Bárður Larsen.

 

Bárður Larsen skrivar millum annaði:
 

"Hóast ikki nógv er at finnast at prosessuelt og í mun til gjølliga málsviðgerð í seinnu fasuni, so kemur niðurstøðan hjá TAKS 3. februar 2017 heldur óvart á. Niðurstøðan er, at tað var rætt at viðgera málið sum mál um skattafrádrátt fyri good-will, men at good-willið skuldi setast til 0 krónur, og tískil var ongin skattafrádráttur. Í mun til good-will sum hugtak - eitt meirvirði sum tann parturin av keypsprísi,  ið fer upp um virðið á netto-aktivunum - gevur hetta ikki so góða meining, og spurningurin er, um niðurstøðan ikki heldur skuldi verið, at onki good-will var upprunaliga, og at avgerðin 30. juni 2015 tí var skeiv, bleiv afturtikin og nýggj avgerð sett í staðin." 
 

Í viðmerkingini hjá Taks til hesa niðurstøðu stendir, at Taks er av tí fatan, at endaliga avgerðin, dagfest 3. februar 2017 er í samsvari við svarið hjá SKAT til Fíggjarligt støðufesti, dagfest 10. desenber 2010, viðvíkjandi "vejledende udtalelse vedr. opgørelse af skattemæssige anskaffelsessummer, herundir goodwill. Hartil er fatanin hjá TAKS, at niðurstøðan samsvarar við úttalilsið hjá SPEKT um goodwill til nevndarfund í EIK tann 27. januar 2016, sum er skrivað út frá úttalilsi hjá serfrøðingum hjá Price Waterhouse Coopers dagfest 14. januar 2016.

 

Hetta vil Spekt ikki hava sitandi á sær, og vil hava eina almenna rætting. 

 

Men Taks vil ikki rætta viðmerkingina millum annað tí tey óttast miðla-umrøðuna, sum kann standast av rættingini. Haraftrat verður ikki mett, at nøkur orsøk er til at rætta viðmerkingina, tí tilsvísingin í viðmerkingunum skuldi bara vísa, at SPEKT hevur sagt, at tað ber til at hava eitt goodwill á null krónur, greiðir Taks frá.

Taks skýtir tí upp, at gera eina viðmerking, sum sigur, at SPEKT ikki vil hava, at Taks brúkar teirra viðmerkingar yvirhøvur. Hetta verður nevnt fyri SPEKT tann 14. september í 2017.

Men grannskoðaravirkið tvíheldur um, at viðmerkingin skal rættast, tí hon kann skiljast sum, at SPEKT tekur undir við sjónarmiðinum, AT Eik hevði rætt til ein skattafrádrátt. Haraftrat er tað ikki rætt, at linjurnar sum Taks vísir til hjá Spekt skulu skiljast sum, at goodwill kann vera null. Um hetta skrivar stjórin á Spekt:

Seinasta linjan í uppskotinum hjá tær kann ikki sanda, tí vit eru nevniliga ikki samd við tykkum, tá tit siga, at goodwill er ein stór upphæff, men við skattliga vvirðinum 0. Tað, sum vit siga er, at goodwill er 0, sum er tað sama sum at siga, at har er einki goodwill; at vit meta, at har er einki goodwill, stendir nógva staðnis í okkara úttalilsi.


Í innanhýsis samskifti sæst, at TAKS velur at gera rættingina, tí tey eru bangin fyri, at SPEKT alment fer at leggja Taks undir at misbrúka viðmerkingarnar hjá SPEKT.

Í telduposti til stjóran skrivar leiðarin fyri eftirliti:
 

"Eg greiddi honum frá, at alt - uttan sjálvt sektarmálið - nú er avgreitt frá okkara síðu, so vit hava ongan áhuga í at róta upp í øllum nú. Her hugsi eg serliga um miðla umrøðuna. Men eg greiddi honum eisini frá, at vit hava latið FMR tær mannagongdir ið vit vóru biðin um at gera. Hetta skilti hann sjálvandi, men hann hugsaði, at tað helst var lættari hjá okkum at forsvara okkara egnu rætting, enn at SPEKT alment kom við úttalisli um, at Taks hevur "misbrúkt" viðmerkingar hjá SPEKT. Tað hevur ábinbart nógv at siga fyri hann, at hetta ikki verður avgreitt í tí stilla, men at okkurt verður alment, eitt nú við nøkrum linjum á heimasíðuni hjá Taks."

 

Tann 25. september skrivar stjórin í SPEKT eina skrivliga áheitan til TAKS, har hann biður TAKS um at gera rættingina. Um hon ikki verður gjørd, fer SPEKT víðari við málinum, verður sagt.

Í teldupostinum skrivar Finnbjørn Zachariassen millum annað:

 

Góðan dagin Eyðun

Við hesum senda vit eina skrivliga áheitan til Taks um at rætta niðanfyri umtala feil. Áheitnain verður send, hóast vit í seinastu viku - eftir samskifti seinastu vikurnar - í telefonsamrøðu fingu at vita frá Taks, at Taks ikki hevur nakra ætlan um at rætta feilin.

(...)

 Vit gjørdust ikki sørt bilsin, tá vit sóu viðmerkingarnar hjá Taks til viðmerkingarnar hjá Bárði Larsen. M.a. skrivar Taks soleiðis: 

"Hartil er tað fatanin hjá Taks at niðurstøðan samsvarar við úttalilsi hjá SPEKT um goodwill til nevndarfund í EIK tann 27.januar 2016..."

 

Vit skulu eisini við hesum endurtaka tað, sum vit fyrr í telefonsamrøðu við TAKS hava gjørt vart við, nevniliga at nevnda við

merkingin hjá TAKS ikki er røtt. Tað framgongur fleiri ferðir av nevnda útalilsi hjá SPEKT, at vit meta, " at der ikke er nogen goodwill i forbindelse med transaktionen". Eftir at vit hava grundgivið fyri okkara meting, skriva vit m.a. soleiðis á síðu 5 í úttalilsunum:


"Ud fra dette og ud fra alle oplysninger som ligger i sagen, er det vores overbevisning, at der ikke foreligger nogen skattemæssig goodwill i forbindelse med overdragelsen af den gamle EIk til den nye Eik, og at underbalancen på 500 mio kr. skal udgiftføres som et ikke fradragsberettiget tab." 

 

Harvið framgongur greitt av omanfyrinevnda úttalilsi hjá SPEKT, at vit eru ósamd við niðurstøðuni hjá Taks í svarinum frá 30. juni 2015 og við niðurstøðuni í svarinum frá 3. februar 2017 um, at undirbalansan skal viðgerast sum goodwill. 

Óansæð um TAKS velur at rætta feilin ella ikki, vænta vit at fáa skrivligt svar uppá hesa áheitan í seinasta lagi fríggjadagin 29. september 2017. Um Taks heldur fast við ikki at rætta feilin, eru vit noydd at fara víðari við málinum. 

Vinarliga vátta móttøku av hesum telduposti.

Vinaliga

Finnbjørn Zachariasen


Skrivliga áheitanin frá SPEKT endar sum kunnugt við eini almennari rætting á heimasíðuni hjá TAKS tann 3. oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672