Vil hava fleiri at søkja stjórastarvið í Sernámi

Vil hava fleiri at søkja stjórastarvið í Sernámi
Stjórastarvið lýst leyst av nýggjum, tí setanarnevndin mælti til at fáa fleiri umsóknir. Átta umsóknir vóru fyrru ferð
Sernám skal hava nýggjan stjóra. Starvið er lýst leyst av nýggjum.
 
28.10.2017 - 13:00

Setanarnevndin kom til tað úrslit, at best er fáa fleiri umsøkjarar.

Tí er starvið lýst leyst av nýggjum.

Tað sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, nú ráðið søkir eina ferð afturat eftir stjóra til Sernám.

Átta umsóknir vóru fyrru ferð. Umsøkjararnir hava fingið at vita, at teirra umsóknir telja við, nú søkt verður av nýggjum.

Setanarnevndin hevur lisið allar umsóknirnar, sum komu, og niðurstøðan er, at best er at fáa fleiri umsóknir.

Poul Geert Hansen vil ikki siga, hví tað er niðurstøðan, heldur ikki, um eingin av teimum átta umsóknunum var nóg góð.  

Skuldi taka við í næstu viku

Fyrst í oktober varð søkt eftir stjóra til Sernáms at taka við 1.november ella skjótast gjørligt.

Umsóknarfreistin var bara tvær vikur. Hon var til 19.oktober, stóð í lýsingini hjá Mentamálaráðnum.  

Men nú verður lýst av nýggjum, og umsóknarfreistin er 13.november. Og stjórin skal taka við 1.desember ella sum skjótast.

Annars er ein fyribils leiðsla sett at stýra Sernámi hetta árið.

Magnus Tausen er settur sum fyribils leiðari, Frida Poulsen sum fakligur leiðari og Anna Kass sum fíggjarleiðari í Sernámi.

35 fólk arbeiða í Sernámi, sum hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og ráðgeva stovnum, skúlum og øðrum um børn og ung. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598