Fimm føroyingar sjólátnir seinasta árið

Fimm føroyingar sjólátnir seinasta árið
Allahalganna dagur, minnisdagur teirra sjólátnu, er í morgin, og í tí sambandi verða minningarhald kring landið
 
31.10.2017 - 15:18


Heimasíðan hjá Fólkakirkjuni skrivar, at teir fýra eru:

  • Niels Jacob Pauli Thomsen, Sumba, andaðist umborð á útróðrarbátinum Anniku á Norðhavinum tann 20. mars, 66 ára gamal. 
  • Kristian Rasmusson Glyvradal, Haldórsvík, andaðist umborð á Gadusi 26. mai, 54 ára gamal.
  • Tóri Midjord, Tórshavn, druknaði í Leirvík 19. august, 67 ára gamal.
  • Mortan Leo Clothier, Argir, sjólátin í Skopunarfirði 31. august, 71 ára gamal.
  • Hákun Elnarson Justinussen, Leirvík, andaðist umborð á Polarhav 22. oktober, 50 ára gamal.

Fleiri minningarhald verða seinnapartin í morgin:

Á Strondum verður minningarhald við minnisvarðan  klokkan 14

Á Syðradali verður minningarhald við minnisvarðan klokkan 13.30. 

Í Eysturkommunu verður farið til minnisvarðan í Leirvík klokkan 16.

Í Klaksvík verður minningarhald við gamla kirkjugarðin í Vágstúni klokkan 14.

Og í Havn er siður, at Føroyska Sjómansmissiónin skipar fyri hátíðarhaldi á Vinnuháskúlanum klokkan 14. Talarar verða Poul Michelsen, landsstýrismaður, og Heri Joensen, prestur.

Síðani verður farið í Viðarlundina, har kransur verður lagdur við minnisvarðan. 

Minnisvarðin í Viðarlundini í Havn varð í síni tíð - í 1956 - reistur júst til minnis um teir, sum fórust á sjónum krígsárini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541