Vindur tók buss av vegnum í Suðuroy

Vindur tók buss av vegnum í Suðuroy
Fyrr í dag varð ein bussur tikin av einari hvirlu nærindis Porkerisháls. Allar bussar hjá bygdaleiðum á Suðuroynni eru tí avlýstir í dag
Ein bussur hjá Strandferðsluni varð tikin av einari hvirlu fyrr í dag. Eingin kom til skaða.
Mynd: Rógvi Olavsson  
 
16.11.2017 - 13:41

Eingin kom til skaða, tá ein hvirla fyrr í dag tók ein buss hjá Strandferðsluni av vegnum tætt við Porkerisháls og Miðnám í Suðuroy.

Bara bussførarin var í bussinum.

Ein annar bussur var nær við at verða tikin av einari hvirlu fyrr í morgun, og tí eru allar bussar hjá Bygdaleiðum á Suðuroynni givnir at koyra vegna vind, sigur Heri Norðberg, samferðslusamskipari hjá Strandferðsluni

Meira verður at frætta í útvarpinum klokkan 15. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815