Fáa ikki løn fyri at vera heima hjá børnunum

Fáa ikki løn fyri at vera heima hjá børnunum
At ansa børnum, tí tey ikki sleppa á dagsstovn, er ikki lóglig frávera, siga arbeiðsgevarar
Barnagarðar vera stongdir í morgin. Fólk fáa ikki løn fyri at vera heima hjá børnunum.
 
13.12.2017 - 11:44

Fólk, sum vera heima hjá børnunum í morgin og aðrar dagar, tí verkbann er lýst móti limunum í Pedagogfelagnum, fáa ikki løn, uttan so at fráveran er lóglig, so sum sjúka.

Fólk kunnu eisini brúka frídagar ella avspáking.

Men eru fólk heima bara fyri at vera hjá børnunum, fáa tey ikki løn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum er arbeiðsgevari hjá teimum alment løntu.

Sama á privata arbeiðsmarknaðinum

Føroya arbeiðsgevarafelag hevur somu støðu.

Felagið sigur við limir sínar, at sannlíkt er, at hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann at ávirka privatu vinnuna, tí at fólk ikki fáa síni børn ansað.

Gjørt verður tí vart við, at fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí tey onga barnaansing hava, ikki hava rætt til løn hesa tíðina, tey eru burturi. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949