Sviar hækka pensjónsaldur

Sviar hækka pensjónsaldur
Sviar noyðast at vera longur á arbeiðsmarknaðinum, eftir at teir seks flokkarnir í ríkisdegnum eru komnir ásamt um eina nýggja pensjónsnýskipan
 
14.12.2017 - 16:14

Pensjónsaldurin hækkar í fleiri stigum hetta til 2016.

Eftir galdandi lóg ber til at fara frá við pensjón sum 61 ára gamal. Um níggju ár verður pensjónsaldurin 64 ár, skrivar Dagens Nyheter.

Síðani skal pensjónsaldurin fylgja gongdini í væntaða livialdrinum, og tí kann pensjónsaldurin hækka uppaftur meira, skrivar svenska tíðindastovan, TT.

Svenska kringvarpið, SVT, skrivar, at neyðugt er at hava fólk longur á arbeiðsmarknaðinum, tí talið á pensjónistum veksur.

Miðal pensjónsaldurin í Svøríki er í løtuni 64,5 ár.

Teir seks flokkarnir, sum hava gjørt semju um pensjónsnýskipanina, eru Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin, sum sita í stjórn, Kristnudemokratarnir, Liberali flokkurin og Miðflokkurin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985