Vána fyrisitingarsiður annars í lagi hjá Høgna

Vána fyrisitingarsiður annars í lagi hjá Høgna
Landsstýrismálanevndin liðug við kæruna um Høgna Hoydal
Landsstýrismálanevndin er nú liðug við seinastu kæruna, sum kom í farnu tingsetu.
 
18.12.2017 - 12:09

Tað er ikki góður fyrisitingarsiður fyrst at lýsa eina kunngerð um fiskiskap og síðani broyta hana, eftir at fiskiskapurin er byrjaður.

Men broytingin er ikki ósaklig, sigur meirilutin í landsstýrismálanevndini um broytingina, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, gjørdi í kunngerð um makrelfiskiskap.

Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk siga eisini, at reiðarí kunnu ikki krevja endurgjald, tí kunngerðin varð broytt.

Fólkaflokkurin kærdi Høgni Hoydal, tí hann fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum, 1500 tons, í ES-sjógvi aftur.

Ikki endurgjald

Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er fyrisitingarlig tilsøgn um fiskiloyvi bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur.

Verður slík tilsøgn kortini tikin aftur, ber til at krevja endurgjald frá landskassanum. 

Meirilutin í Landsstýrismálanevndini sigur, at her er ikki talan um at taka aftur fiskiloyvi, tí skipini kundu fiska tey 1500 tonsini aðrastaðni.

Meirilutin undrast tó á, at tey 1500 tonsini ikki vórðu tikin av kvotuni til vinnuligar royndir í ES sjógvi, tí eingin hevði søkt um tey tonsini.

Nevndin virðisleys

Minnilutin í Landsstýrismálanevndini, Jógvan Skorheim, vil ikki gera nakra niðurstøðu,

Hann sigur, at Landsstýrismálanevndin fær ikki arbeitt sum hon skal. Neyðugt er at endurskoða reglugerðina hjá nevndini, heimildir og mannagongdir.  

Niðurstøðurnar hjá nevndini eru ikki gjørdar á einum fakliga forsvarligum grundarlagi, sigur Jógvan Skorheim.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162