Upplýsingar hjá alivinnuni almennar í morgin

Upplýsingar hjá alivinnuni almennar í morgin
Frá í morgin skulu alifeløgini almannakunngera allar upplýsingar um sjúku, viðgerð móti sjúku og lús. Kunngerðin er lýst. 
Frá í morgin skulu alifeløgini kunngera alment, hvussu nógvar laksalús, tey hava.
 
31.12.2017 - 16:04

Frá í morgin skulu alifeløgini almannakunngera allar upplýsingar um sjúku, viðgerð móti sjúku og lús. 

Tað skal gerast á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Kunngerðin um tað er lýst, og hon kemur í gildi í morgin, 1.januar 2018.

Eisini skal almannakunngerast, hvørjar endaligar avgerðir Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið um kryvjing og tá talan er um at seta minni fisk út.

Tá talan er um at ala krækling ella tara, skulu avgerðir sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið, í samandrátti verða at síggja á heimasíðuni hjá stovninum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945