17 fiskivinnukunngerðir lýstar

bannari
17 fiskivinnukunngerðir lýstar
Kunngerðirnar taka støði í tí fiskivinnunýskipan, sum løgtingið samtykti fyri jól, og sum kom í gildi á nýggjárinum
 
02.01.2018 - 10:45

17 kunngerðir, sum á ymsan hátt eru við til at skipa fiskiskapin í ár, eru nú lýstar. Kunngerðirnar taka støði í tí fiskivinnunýskipan, sum løgtingið samtykti fyri jól, og sum kom í gildi í gjár - tað vil siga løgtingslóg nummar 161 frá 18.desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi.

Tær 17 kunngerðirnar eru lýstar í kunngerðarblaðnum og á kunngerðarportalinum 29. desember. Tær snúgva seg um alt frá at friða leiðir kring Føroyar fyri fiskiskap til at býta og selja part av føroyskum kvotum á fjarleiðum á uppboðssølu.

Við støði í teimum kunngerðum, sum higartil eru lýstar, ber til at staðfesta, at í ár verða seld á uppboði 2891 tons av toski, 289 tons av hýsu og 155 tons av hvassaspreki - tað er eitt slag av flatfiski - burturav føroysku kvotunum í russiska partinum av Barentshavinum. Í norska partin av Barentshavinum verða seld á uppboðssølu 793 tons av toski, 185 tons av hýsu, 86 tons av upsa og 34 tons av øðrum botnfiski. Við Svalbard verða seld á uppboðssølu 271 tons av toski og 65 tons av øðrum botnfiski.

Hinvegin verður einki av føroysku toskakvotuni á Flemish Kap selt á uppboðssølu í ár. Føroysk skip kunnu í ár fiska 2491 tons av toski á Flemish Kap. Fiskiskapurin á Flemish Kap verður skipaður við felagskvotu, og alt skal fiskast við línu. Sambært kunngerðini kann fiskiskapurin byrja 7. januar.

Millum tær 17 kunngerðirnar, sum eru lidnar og lýstar at koma í gildi, er eisini kunngerðin, sum skipar svartkjaftafiskiskapin í ár. Føroyska svartkjaftakvotan er 493.000 tons í ár, av teimum eru 393.000 tons sett av til føroysk skip at fiska, meðan 100.000 tons verða latin øðrum londum í umbýti við í høvuðsheitum botnfisk í Barentshavinum. Tey 393.000 tonsini av svartkjafti verða býtt soleiðis, at tey reiðarí, sum higartil hava havt rættindi at fiska svartkjaftin, fáa útlutað umleið 270.000 tons at fiska. 97.000 tons verða seld á uppboðssølu, og 33.000 tons verða lutað út sum menningarkvotur. 

Kunngerðirnar, sum skipa fiskiskapin eftir hinum stóru uppsjóvarfiskasløgunum, makrel og norðhavssild, í ár, eru ikki lýstar enn. 

Kunngerðin, sum setir treytir um at øll veiða hjá føroyskum skipum skal landast um føroyskan bryggjukant, er lýst og komin í gildi. Í somu kunngerð stendur, at reglan, um at 25 prosent av veidda fiskinum skal bjóðast út á eini góðkendari uppboðssølu, kemur í gildi 1.mars.

Sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi skal alt av fiski førast til lands. Í grein-48 í lógini stendur, at innvølur, ryggur, skræða, høvd og tílíkt av fiski skal førast til lands. Víðari stendur í stykki-2, at í minsta lagi 20% av fiskinum skal førast til lands við høvdi. Men ein av kunngerðunum, sum varð lýst 29.desember í fjør, setir úr gildi hesar ásetingar í sjálvari lógini. Undantøkini frá at føra alt av fiski til lands, koma í gildi ídag, 1.januar.
 
Samtykta fiskivinnunýskipanin krevur nógv fleiri kunngerðir enn hesar 17, ið nú eru lýstar og komnar í gildi.

Í løtuni er eingin fiskivinnuavtala millum Føroyar og Ísland. Ein avleiðing av tí er, at føroysk skip sleppa ikki at fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip sleppa ikki at fiska í føroyskum sjógvi. Tí ber heldur ikki til at skipa henda fiskiskap við kunngerð.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379