25 færri persónbilar í fjør

25 færri persónbilar í fjør
Mest selda bilmerki í fjør var Volkswagen
Volkswagen var mesta selda bilmerki í fjør
 
02.01.2018 - 11:49

Tilsamans vórðu fleiri nýggj akfør innflutt í fjør enn í fyrraárið, men færri nýggir persónbilar vórðu skrásettir í fjør, vísa tøl hjá Akstovuni.

Í 2017 vórðu skrásett tilsamans 2767 nýggj akfør. Tað eru 62 fleiri enn í fyrraárið. Vøksturin er 2,3 prosent.

1951 nýggir persónbilar vórðu skrásettir í fjør, 25 færri enn í 2016. 

Í desember í fjør vórðu tilsamans 141 nýggir persónbilar skrásettir, seks fleiri enn í desember i fyrraárið. 

Mest selda bilmerki í fjør var Volkswagen. Bilasølan seldi 328 VW bilar í fjør.

Toyota var á øðrum plássi. Reyni Service seldi 301 Toyotabil, og Waag-bilar seldu 262 Citroen í fjør.

270 brúkt akfør vórðu innflutt í fjør, 48 fleiri enn í fyrraárið, vísa tølini hjá Akstovuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776