Tórshavnar Kommuna skal ikki hava løgdeild

Tórshavnar Kommuna skal ikki hava løgdeild
Bjørgfríð Ludvig váttar, at kommunan hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við leiðaran á løgdeildini, Janus Isfeldt, sum gevst í starvinum
 
03.01.2018 - 18:34

Tórshavnar Kommuna skal ikki longur hava eina sjálvstøðuga løgdeild. Í staðin er løgdeildin løgd beinleiðis undir stjórnarskrivstovuna.

Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri, váttar, at kommunan hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við leiðaran á løgdeildini, Janus Isfeldt, sum gevst í starvinum. Janus Isfeldt fær løn í níggju mánaðir, umframt uppsparda frítíð, nú hann er sagdur úr starvi.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er, sambært Bjørgfríð Ludvig, at skipa arbeiðið í miðfyrisitingini betri enn higartil, soleiðis at lættari verður at samstarva.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120