Ivamálini um frískúlarnar skulu beinast burtur

Ivamálini um frískúlarnar skulu beinast burtur
Lógin um frískúlar frá 2003 skal broytast, so hon verður greiðari, sigur Mentamálaráðið
Frískúlin Keldan í Skálafirði.
 
23.01.2018 - 08:12

Ivamálið um frískúlarnar og almennu fyrisitingina skal nú ruddast burtur.

Frískúlar verða ikki roknaðir sum partur av almennu fyrisitingini, og tískil kunnu hvørki land ella kommunur ábyrgjast fyri atgerðir hjá frískúlum, stendur í lógarbroyting hjá Mentamálaráðnum. 

Lógin um frískúlar frá 2003 skal broyast 1.august í ár, tí hon er ikki nóg greið, heldur Mentamálaráðið.

Millum annað skal standa í lógini, at frískúlar eru sjálvsognarstovnar og tí ikki partur av almennu fyrisitingini. 

Tað vil siga til dømis, at ikki ber til at venda sær til landsstýrið, um frískúli fer á húsagang.

Heldur ikki ber til at kæra avgerðir hjá privatum sjálvsognarstovni til landsstýrið. 

Einki innlit

Og innlitslógin og reglurnar um partsinnlit í fyrisitingarlógini eiga heldur ikki at vera galdandi fyri privatar sjálvsognarstovnar, sigur Mentamálaráðið. 

Stuðulin úr landskassanum til frískúlarnar verður roknaður soleiðis, at hann er 85 prosent av tí, sum ein miðalnæmingur kostar í fólkaskúlanum. 

Í 2016 vóru 133 næmingar í trimum frískúlum í Føroyum.

Stuðulin úr landskassanum var fýra milliónir og 448-túsund kr. Við nýggju lógini hevði hann verið 98.000 kr. størri, sigur Mentamálaráðið.

Sambært galdandi lóg svarar stuðulin til 85 prosent av lærara-lønunum. 
  
Nýggja lógin ger eisini av við ivamálið, um landið skal lata stuðul til forskúlar í frískúlum. Teir eru burturav kommunalir, og tí eigur landið ikki at lata teimum pengar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887