Býráðslimir renna undan

Býráðslimir renna undan
Seks av teimum sjey býráðslimunum vilja ikki svara spurningum frá Kringvarpinum um støðuna á Tvøroyri.
 
31.01.2018 - 22:28

Nýggi meirilutin á Tvøroyri fekk meirilutan í býráðsnevndunum í kvøld.

Tað ávirkar ikki bara politisku kósina á Tvøroyri, men tað ávirkar eisini landspolitisku kósina sum heild. Minnilutasamgongan hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, er viknað.

Sum løgtingsmaður kennir Kristin Michelsen seg ikki bundnan at atkvøða saman við Javnaðarflokkinum í løgtinginum. Orsøkin er, at javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri vilja ikki samstarva við seg, eftir hansara tykki.

Men fólkavaldu býráðslimirnir á Tvøroyri hava ongan hug at siga fólki, hvat hendir í kommunustýrinum í býnum. Ikki alment, í øllum førum.

- Eg havi onga viðmerking, svara seks av teimum sjey býráðslimunum, tá Kringvarpið spyr, um tey kunnu svara nøkrum spurningum.

Tað var ikki bara støðan eftir býráðsfundin í kvøld. Tað hevur í stóran mun verið støðan hesar seinastu mánaðirnar. Tað hevur verið sera trupult at fáa býráðspolitikarar á Tvøroyri at gera samrøðu.

Roest rennur undan

Ein teirra er Kristina Roest, sum er ein av høvuðsorsøkunum til valdsskiftið á Tvøroyri.

Hon sleit býráðssamgonguna á Tvøroyri í august í fjør.

- Tað hevur verið nógv innanhýsis stríð í samgonguni, segði hon við útvarpið tá, uttan at hon vildi siga ítøkiliga, hvat ósemjan snúði seg um.

Eftir býráðsfundin í kvøld vildi Kringvarpið spyrja Kristinu Roest um sína politisku støðu. Kringvarpið vildi eisini vita, hví nýggi meirilutin er betur fyri býin, men hon hevði onga viðmerking.

Minnilutin vil einki siga

Tað høvdu tey í minnilutanum, Kristin Michelsen, Alvi Mortelsen og Anita Vibergsdóttir, heldur ikki.

Kringvarpið vildi vita, hvussu tey tulka politisku støðuna á Tvøroyri, men tey vildu heldur ikki svara spurningum frá Kringvarpinum.

Bogi Johannesen og Súsanna Bertholdsen, sum eru vald á javnaðarlistanum, bóru seg eisini undan. Tey vístu ístaðin til Bjarna Hammer.

Broyta ikki kósina stórvegis

Bjarni Hammer vildi sum tann einasti svara spurningum frá Kringvarpinum eftir býráðsfundin í kvøld.

Sum bæði býráðspolitikari og løgtingsmaður sigur hann seg ikki skilja, at Kristin Michelsen letur tvídráttin á Tvøroyri ávirka samgongustevið í løgtinginum.

- Tað er ein støða, sum Kristin Michelsen hevur tikið. Tað eru ikki vit, sum gera hetta til ein trupulleika fyri samgonguna í løgtinginum. Vit fingu meirilutan í býráðnum, og vit vildu sjálvandi eisini hava meirilutan í býráðsnevndunum. Tað sigur seg sjálvt, sigur hann.

- Ætlanin er kortini ikki at halda eina heilt aðra politiska kós næstu árini. Vit fara nú at vita, hvat skal til fyri at útinna tey vallyftini, sum vit høvdu fyri kommunuvalið í 2016, sigur Bjarni Hammer.

Hann vil kortini ikki siga, hvørji politisk vallyfti skulu loysast fyrst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480