Spyr um avtalu

Spyr um avtalu
Hvat var tað fyri ein avtala, sum Føroyar, Ísland og Grønland gjørdu, men sum danir ikki vildu góðtaka. Tað vil tingmaður hava at vita frá løgmanni.
 
06.02.2018 - 09:21

Hvat var tað fyri ein avtala, ið Poul Michelsen, landsstýrismaður, gjørdi við Ísland og Grønland. Tað vil Edmund Joensen, løgtingsmaður, hava at vita frá løgmanni.

Avtalan, ið Edmund Joensen sipar til, er sokallaði Útnorðursáttmálin, ið Grønland, Ísland og Føroyar skrivaðu undir 31 august í fjør, sum skal samskipa samstarvið millum londini og felags áhugamálini hjá pørtunum.

Í grein 52 fyrispurningi, spyr tingmaðurin, um talan var um formliga avtalu við Ísland og Grønland, ella um talan um, at landsstýrismaðurin hevði undirskrivað eina politiska yvirlýsing.

Avtalan elvdi til ósemju millum Danmar og Føroyar.  Danmark var ikki kunnað um avtaluna, og Føroyar skrivaðu undir avtaluna uttan at "kongeriget for så vidt angår Færøerne" hevði tann leiklut løgfrøðiliga og í verki, sum danska Uttanríkisráðið krevur.

Tí komu boð úr Danmark um, at avtalan kundi ikki góðtakast, og at Danmark fór at ógilda hana, um Føroyar ikki rættaðu avtaluna, so hon í formi og innihaldi helt treytirnar í uttanríkispolitisku heimildarlógini, soleiðis sum Danmark tulkar hana.

Boðini úr Danmark høvdu við sær, at Poul Michelsen, landstýrismaður, ikki fór niður til Danmarkar í desember í fjør, har stór ráðstevna var í Keypmannahavn, ein ráðstevna, har hann var ein av vertunum.

Tí spyr Edmund Joensen eisini løgmann, um ein landsstýrismaður kann mótmæla og nokta fyri at møta á fundi, har landsins áhugamáleru til viðgerðar og framvegis metast at umsita á fullgóðan hátt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040