Verkætlan skal siga um kvinnur fáa minni í løn

Verkætlan skal siga um kvinnur fáa minni í løn
Javnstøðulógin kann brúkast, um kvinnur halda seg fáa minni løn enn menn fyri sama arbeiði
Henrik Old, landsstýrismaður, bíðar eftir verkætlan um lønir, áðrenn hann ger meira við lønarmunin, sum sigst vera á almennum arbeiðsplássum í Føroyum.
 
15.02.2018 - 09:00

Í løtuni eru ikki ítøkiligar ætlanir um at tryggja kvinnum og monnum somu løn fyri sama arbeiði enn longu verður gjørt í javnstøðulógini. 

Men tríparta verkætlan er í gongd, sum skal betra føroysku lønarhagtølini. 

Landsstýrið, Arbeiðsgevarafelagið og fakfeløg fíggja verkætlanina.

Endamálið við verkætlanini er at greina lønarhagtøl og fáa størri vitan um føroyska arbeiðsmarknaðin, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Katrina Kallsberg, løgtingskvinnu. 

Til dømis skal greinast, hvussu nógvar tímar føroyskir løntakarar arbeiða, hvussu nógv ein tími kostar, og hvussu nógv yvirtíð og ískoyti kosta. 

Hetta skal so býtast á vinnugrein, kyn, bústað, aldur, ríkisborgaraskap og almenna og privata arbeiðsmarknaðin.

Biða eftir verkætlan

Tá hendan verkætlanin er liðug, verður væntandi greitt, um framvegis er lønarmunur millum kynini á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. 

Og um so er, at munur er á lønini hjá kvinnum og monnum fyri sama arbeiði, fer væntandi at bera til at síggja, hví so er, tá verkætlanin er liðug. 

Vísir tað seg, at lønarmunur er, verður alt fyri eitt farið undir at arbeiða við málinum, sigur Henrik Old. 

Men meðan bíðað verður eftir tí svarinum, verður víst til javnstøðulógina frá 1994.

Javnstøðulógin greið

Kanning hjá Javnstøðunevndini í 2009 vísti 2,9 prosent lønarmun, - kvinnur fáa 2,9 prosent minni í løn enn menn.   

Í javnstøðulógini stendur, at verður mismunur gjørdur, skal løntakarin hava útgoldið munin. 

Um løntakari verður uppsagdur ella á annan hátt verður fyri vanbýti, tí viðkomandi hevur kravt lønarmunin ella aðrar ágóðar, skal arbeiðsgevarin rinda samsýning, sum í mesta lagi svarar til løn í 20 vikur. 

Fólk, sum halda seg vera mismuni vegna kyn, kunnu kæra til Javnstøðunevndina. 

Í Føroyum eru 32.000 størv og 2.000 arbeiðsgevarar, sum rinda 740 mióljónir krónur í løn um mánaðin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035