Vinnunevndin verður nú eisini føst nevnd í Tórshavnar býráð

Vinnunevndin verður nú eisini føst nevnd í Tórshavnar býráð
Av tí at ein føst nevnd kemur aftrat, mugu ásetingarnar um samsýning til nevndarforfólk broytast. 
Eftir býráðsfundin í gjárkvøldið skrivaðu tey, sum manna nýggja meirilutan, undir nýggja samgonguskjalið.
 
10.01.2025 - 08:28

Tórshavnar býráð samtykti í gjár at lyfta vinnunevndina upp á sama stig sum tær sjey føstu nevndirnar hjá býráðnum.

Men tað var kortini ikki einmælt.

Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkvøddu ímóti.

Uppskotið var at broyta kommunustýrisskipanina, so vinnunevndin verður føst nevnd.

 

Samsýningar broytast

Í vinnunevndini eru Heðin Mortensen, Anja Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Høgni Vilhelmsen og Tróndur Sigurðsson.

Av tí at ein føst nevnd kemur aftrat, mugu ásetingarnar um samsýning til nevndarforfólk broytast. 

Samsýningin minkar úr 7,14 prosentum av borgarstjóralønini niður í 6,25 prosent av borgarstjóralønini. 

Uppskotið skal hava eina viðgerð aftrat í býráðnum.

 

Heðin í SEV

Tórshavnar býráð staðfesti í gjár, at Heðin Mortensen skal umboða Tórshavnar kommunu í nevndini hjá SEV.

Annita á Fríðriksmørk er tiltakslimur.

Í farna valskeiði umboðaði Kári Johansen Tórshavnar kommunu í nevndini hjá SEV.

Hann var eisini formaður har.

Men nú er Kári Johansen ikki í meirilutanum í Tórshavnar býráði.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688