Føroyska A-landsliðið er úttikið

Føroyska A-landsliðið er úttikið
Ein Víkingur hevur fingið landsliðsboð fyri fyrstu ferð
 
04.03.2018 - 13:08

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið tjúgu spælarar til tveir venjingardystir, sum báðir verða spældir í mars.

Millum teir tjúgu er Gunnar Vatnhamar, sum er úttikin fyri fyrstu ferð.

- Hetta vóru heilt fantastisk boð at fáa, og eg eri mestsum málleysur.

-Sum flestu fótbóltsspælarar havi eg droymt um A-landsliðið líka síðani eg byrjaði at spæla fótbólt, sigur Gunnar Vatnhamar við fsf.fo

Gunnar Vatnhamar leggur afturat, at hann gleðir seg at sleppa at spæla á landsliðnum saman við bróður sínum, Sølva Vatnhamar.

Landsliðshópurin fer frá 18. til 26. mars á venjingarlegu í Spania.

Umframt venjingar eru eisini tveir landsdystir á skránni.

21. mars spæla Føroyar og Liktinstein, og 25. mars er Lettland mótstøðuliðið.

Hópurin 

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB

Trygvi Askham, B36

Jónas Tór Næs, B36

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Ari Mohr Jónsson, Sandnes ULF (NOR)

Rógvi Baldvinsson, Bryne FK (NOR)

Sonni Ragnar Nattestad, Molde FK (NOR)

Alex Mellemgaard, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)

Gilli R. Sørensen, Brann (NOR)

Rene Shaki Joensen, Víkingur (ICE)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Patrik Johannesen, Florø (NOR)

Jóan Símun Edmundsson, OB (DEN)

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162